Lokal tíðindi Merkisdagar Tíðindi

Nógv fólk til minningarhald teirra sjólatnu í Klaksvík

Tað vóru nógv fólk til minningarhaldi teirra sjólatnu tann 1. november á Vágstúni.

Tummas Lervig, formaður í Havna- og Vinnunevndini bað vælkomin.

Sangkóri Vitin sang, Bjart várs Faðirs náði skínur og so varð felagssangur, har vit sungu Klettur, klovin fyri mær.

Atli Rasmussen hevði eina áhugaverda og minniliga røðu, hon sæst aðrastaðni á portalinum og síðani vóru kransar lagdir við minnisvarðan. hesi løgdu kransar:

Klaksvíkar Býráð: Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Føroya Landsstýri: Poul Michelsen, landsstýrismaður
Klaksvíkar Útróðrarfelag: Kári Klettskarð í Kongsstovu
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen, forkvinna
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Arthur Guðjonsson, formaður

Síðani sang Vitin sangin, Tá summar at heystinum líður og enn ein felagssálmur bleiv sungin Ja, sig honum takk.

Tummas Lervig, takkaði øllum fyri minningarløtuna og bjóðaði øllum til ein drekkamunn í Emmaus.

Her myndir frá minningarhaldinum, klikk her “Minningarhald teirra sjólatnu 2018 í Klaksvík”.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.