Fiskivinna Tíðindi Vinna

Nevndin fyri menningarkvotur krevur 500.000 kr. afturat

KVF vísti herfyri dokumentarin, “De dyre drenge I jakkesæt”, men spurningurin er, um KVF ikki átti at gjørt ein líkandi dokumentar um dýru dreingirnar hjá Høgna Hoydal.

Nevndin fyri menngarkvotur krevur 500.000 kr. afturat í nevndarsamsýning. Hví?

Tí nevndin skal býta menningarkvotur út fyri 2019, og tað kostar skattaborgaranum ikki færri enn 500.000 kr!

Hvat er tað millum vinstavendar vinir?

Hvat ger samgongan? Hon ger sjálvandi tað, hon altíð hevur gjørt: leggur seg skerflata fyri Høgna Hoydal. Eykajáttanin er longu løgd fyri løgtingið!

Hetta er púra burturvið. Eitt er, at menningarkvotur verða býttar út politiskt, men at nevndin, ið býtir kvoturnar út, krevur 500.000 kr. frá skattaborgaranum, er reinur ørskapur!

Hetta má steðgast. Ongantíð ov skjótt!

Kelda: Fólkaflokkurin

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *