Ferðavinna Tíðindi

Nær verður ókeypist at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar?

Ferðslan í undirsjóvartunlunum í 2018.

Tað koyrdu íalt 2.114.690 í undirsjóvartunlunum í 2018.

Í 2018 var miðalferðslan í Vágatunlinum 2.457 akfør um døgnið. Samlaða ferðslan í Vágatunlinum var 896.864 í 2018 í mun til 839.750 akfør í 2017, ein øking á 6,8%, ella 57.114 akfør fleiri enn árið fyri.

Í Norðoyatunlinum var miðalferðslan í 2018, 3.337 um døgnið. Íalt koyrdu 1.217.826 gjøgnum Norðoyatunnilin í 2018 í mun til 1.138.369 í 2017, ein øking á 7,0%, svarandi til 79.457 fleiri akfør enn í 2018.

News.fo spyr nær tað verður ókeypist at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar og er umsitingin flutt til Runavíkar?

Kelda: tunnil.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *