Ítrottur

Myndir Silvarenningin 2018

Árliga Silvarenningin var ígjár. Kappast var í fleiri ymiskum bólkum, bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Heiðursmerkir vóru latin til hvønn luttakara og var tað
Norðoya Sparikassi sum lat tey.

Skráin fyri renningina var hendan:
11.00 Gentur & Dreingir f.2012 ella seinni – umleið 425m
11.10 Gentur & Dreingir f.2010-2011 – umleið 425m
11.20 Gentur & Dreingir f.2008-2009 – umleið 425m
11.30 Gentur & Dreingir f.2006-2007 – umleið 850m
11.35 Gentur & Dreingir f.2002-2005 – umleið 850m
11.45 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1973-2001 – 3,3 km
11.45 Kvinnur & Menn veteranar f.1963-1972 – 3,3 km
11.45 Kvinnur & Menn superveteranar f.1962 ella fyrr – 3,3 km

Startur og mál var uttanfyri deildina hjá Norðoya Sparikassa og nógv fólk vóru komin saman.

Áskoðarnir og rennarnir fingu kaffi, sunkist og frukt frá Sparikassanum. Veðrið var av tí allerbesta, sjálvt um tað var nakað kált, men tað var gott lag á fólkum og børnini hugnaði sær óført.

her myndir frá renningini, klikk her “Silvarenningin 2018”.

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *