Lokal tíðindi Tíðindir

Musikkstevnan 2018 í Klaksvík eydnaðist væl

Nógv fólk høvdu leita sær til Miðhøllina á Skúlatrøð í Klaksvík, har 7 føroysk hornorkestur luttóku, umframt harmoniorkestir GHM og eisini eitt orkestur úr Danmark – Christianshavn Brass Band við Andrassi Olsen úr Havn á odda.

Stevnan byrjaði kl. 14.00 har Dávur Winther bað vælkomin og síðani fekk Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs orðið, hon helt eina góða røðu og síðani setti hon stevnuna.

Síðani byrjaði Klaksvíkar Hornorkestur at spæla og bleiv hildi á til umleið kl. 17.00 og var tað Havnar Hornorkestur sum endaði stevnuna.

Hesi orkestur luttóku: Klaksvíkar Hornorkestur, Fuglafjarðar Hornorkestur, GHM, Christianshavn Brass Brand, Nes Sóknar Musikkfelag, Eiðis Ljómfelag, Sørvágs Tónleikarafelag, Tvøroyri Hornorkestur og Havnar Hornorkestur.

Her myndir frá stevnuni, klikk her: “Musikkstevnan 2018 í Klaksvík”.

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *