Heilsuverkið Politikkur Tíðindi

Móttøka í sambandi við at Psykiatriska deildin letur upp ‘Dagtilboð til børn og ung’ 25. nov.

Í dag hevur verið móttøka á Psykiatriska deplinum, har eitt dagtilboð er latið upp fyri børn og ung við sálarligum avbjóðingum. Frammanundan hava tilboð verið og eru fyri málbólkin við sálarligum avbjóðingum, men royndir hava víst, at tað eru summi børn og ung, sum hava tørv á einum víðkaðum tilboði til útgreining og viðgerð, har tað ikki er nóg mikið í ambulantum regi. Tí hevur verið ynski um at víðka um tilboðið, so at hesi í dagtímunum kunnu koma til útgreining í dagviðgerðini.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum helt stutta røðu, har hann m.a. segði, at tað gleðir hann almikið, at hetta tilboðið nú er vorðið veruleiki. At serliga hetta økið hevur fylt rættuliga nógv í hansara politiska arbeiði.

Hóast flestu børn og ung í Føroyum liva eitt virkið lív við vinum og góðum familjubondum, eru tað nøkur, sum detta burtur ímillum. Hetta fara vit at styrkja um við dagtilboðnum, soleiðis, at hesum børn og ungu við skjótari hjálp kunna fóta sær aftur úti í samfelagnum.

Les alla røðuna niðanfyri.

___

Fyri góðum mánað síðani kundi psykiatriski depilin lata upp eitt dagtilboð, “Børn og Ung” til tey, sum hava tørv á hesum tilboði. Sum landsstýrismaður í heilsumálum er hetta ein stórur dagur, nú vit kunna markera tilboðið við einari móttøku.

Frammanundan hava tilboð verið og eru fyri børn og ung við sálarligum avbjóðingum, men royndir hava víst, at tað eru summi børn, sum hava tørv á einum víðkaðum tilboði til útgreining og viðgerð, og har tað ikki er nóg mikið bara í ambulantum regi. Tí hevur verið ynski um at víðka um tilboðið, so at børn í dagtímunum kundu koma til útgreining í dagviðgerðini. Hetta er at frøðast um.

Í mínum starvi sum politikari hevur hetta økið fylt rættuliga nógv. Vitanin um, at børn og ung við sálarligum avbjóðingum ikki hava fingið eitt nóg gott tilboð, er nakað, sum ikki eigur at koma fyri í einum framkomnum samfelagi sum í Føroyum. Vit eiga at raðfesta soleiðis, at tað ongantíð skal vera fíggjarligar orsøkir til, at ungfólk við sálarligum avbjóðingum ikki fáa besta tilboð og viðgerð.

Í Føroyum eiga vit at megna at veita ungum føroyingum við sálarligum avbjóðingum tær bestu dagførdu heilsuligu viðgerðirnar á ein virðiligan hátt, uttan at hesi skula kenna nakran form fyri stigmatisering, ella at umsorganin, sum hesi fáa, er øðrvísi enn til aðrar sjúkubólkar.

Eingin borgari, líkamikið hvar á lívsleiðini hann er, skal føla seg at “leypa av” ella ikki at verða tikin við í samfelagnum. Umsorganin ella veitingin til hesi ungu við sálarligum avbjóðingum eigur at verða veitt við líka “heitum hondum”, sum viðgerðin av øðrum sjúkuavbjóðingum.

Hóast tilboðið er eitt dagtilboð, eru atlit tikin til, hvar í Føroyum hesi børn og ungu búgva, tí tilboðið fevnir eisini um, at til ber at gista í Gestalonini á Landssjúkrahúsinum, um hesi koma langvegis frá og ikki hava møguleika fyri at sleppa heimaftur sama dag.

Í mínum politiska arbeiði, havi eg sett henda trupulleika frammarlaga. Eg havi sett spurningar fram á Løgtingi um júst henda trupulleika við tí endamáli at fáa greiði á, hvussu hesin málbólkurin skal kunna loftast og hjálpast. Ynski hjá mær hevur verið, at hesi á ein nattúrligan hátt kunna hjálpast aftur á beint til tað normala lívið í tí føroyska gerandisdegnum, so tey skjótast til ber kunna fara aftur í skúla ella til arbeiðis.

Síðani eg varð settur sum landsstýrismaður, havi eg vitjað á Landssjúkrahúsinum, harímillum á Psykiatrisku deildina. Tað gleðir meg at síggja, hvussu góð viðurskiftini eru, og hvussu góðir karmarnir eru, sum tit hava skipað í hesum hugnaliga og heimliga umhvørvinum. Vit eiga áhaldandi at stremba eftir góðum og dagførdum tilfeingi at bjóða okkara ungu, ið hava tørv á tí.

Hóast tað, so trívast flestu børn og ung í Føroyum og liva eitt aldursvarandi og virkið lív og luttaka í skúla og frítíðarítrivum, har tey hava góð vinfólk og gevandi familjusambond. Tó eru greiðar ábendingar um, at talið økist av børnum og ungum, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar avbjóðingar.

Vit síggja í Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum varð gjørd í 2018, at um vit samanbera okkum við okkara grannalond, kunna vit væntað, at umleið 4 prosent av føroyingum stríðast við angist, og onnur 4 prosent stríðast við tunglyndi umframt, at 3 prosent stríðast við lættari til moderatum tunglyndi.

Umráðandi er, at vit lofta hesum børnum og ungu so skjótt sum gjørligt, og í so ungum aldri sum gjørligt, so tey kunna fáa hjálp rættstundis. Vit mugu stremba eftir at hava góðar og beinraknar eygleiðarar. At tey, sum eru um okkara børn á stovnum, barnagørðum og skúlum, kunna lofta trupulleikum hjá børnum so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at eingin dettur burturímillum, men skjótast til ber verða hjálpt aftur á føtur.

Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu tjóða, fevnir um øll viðurskifti og rættindi hjá børnum og ungum. Í yvirlýsingini í sáttmálanum verður greitt frá, hvussu børn skulu verjast og verða tryggjað vælferð og gott lív. Í 1993 varð sáttmálin settur í gildi fyri Føroyar.

Í Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum sæst, at: “Ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatrisku deildina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi, og at hagtøl yvir heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung (15-24 ár) fáa antidepressiva”.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, sum sat við Heildarætlanini var, at tað eru børn og ung, ið stríðast við sálarligum avbjóðingum, og at tey sum er, ikki altíð fáa neyðugu hjálpina. Um vit skulu venda gongdini, er neyðugt, at vit gera íløgur í at veita skjóta hjálp. Góð sálarheilsa frá barnaárum av er ein avgerandi fortreyt fyri menning og innlæring hjá børnum og ungum, so tey seinni í lívinum kunna fáa fótafesti í arbeiðsmarknaðinum og í tí vanliga gerandisdegnum.

Tí er týdningarmikið, at vit gera nakað munagott fyri at lyfta sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum, sum ikki trívast. Vit mugu tryggja okkum, at hesi fáa hjálp rættstundis, so sálarliga heilsustøðan ikki versnar.

Mín hugsan er, at vit í størri mun fara at megna at hjálpa einum stórum parti av okkara børnum og ungu við hesum nýggja dagtilboðnum, nú eitt lið er lagt afturat, og gáttin ikki er so høg inn til hjálpina.

Síðani fari eg at bera eina tøkk til fyrrverandi landsstýriskvinnu, Sirið Stenberg, fyri títt arbeiði at fáa sett hetta tilboðið í verk.

Somuleiðis ein tøkk til tykkum starvsfólk fyri tykkara góða arbeiði; tykkara áhaldni og stremban eftir at fáa Psykiatriska depilin at vera eitt gott stað at vera, bæði fyri stór og smá.

Takk fyri!

Kaj Leo Holm Johannesen

Heilsumálaráðið

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *