Ítrottur Tíðindi

Mjølnir kvinnurnar tapti 3-1 á SÍ í Badmintonhøllini mikukvøldið

Mikukvøldið fekk Mjølnir vitjan av SÍ og eftir eina góða byrjan, har Mjølnir vann sikkurt fyrsta settið 25-16, byrjaði Mjølnir at gera hópin av feilum, eitt nú,  vóru servirnar sera vánaliga, har fleiri endaðu í netinum ella uttanfyri, hevarnir høvdu heldur ikki ein av teirra góðum døgum, har fleiri bóltar fóru til spillist og tað førdi við sær, at spæli ikki hekk ordiliga saman hjá okkara kvinnum.

Hjá SÍ gekk munandi betur og tað sum Mjølnir gjørdi skeivt mikukvøldið, gjørdu SÍ kvinnurnar rætt og tær vunnu dystin uppiborið 3-1. Settmunurin var hesin, 25-16, 13-25, 19-25 og 19-25, sostatt vann SÍ dystin 3-1.

Mjølnir liggur næstniðast og SÍ liggur næstovast eftir seinasta umfarð. Næsti dystur verður tann 17. november og tá kemur oddaliðið Fleyr norður at vitja og verður dysturin í Badmintonhøllini og byrjar dysturin kl. 15:30.

Góða eydnu Mjølnir

SáH

Her myndir av dystinum, klikk her: “MK: Mjølnir tapti 3-1 á SÍ í Badmintonhøllini tann 31.10.2018”

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.