Merkisdagar Pensionistar Tíðindi

Minningarorð um Jógvan Andreassen, fyrrverandi Løgtingsins umboðsmann

Fríggjadagin 2. november 2018 andaðist Joen Henry Andreassen, vanliga nevndur Jógvan, fyrrverandi sorinskrivari og Løgtingsins umboðsmaður, 85 ára gamal.

Jógvan varð útbúgvin løgfrøðingur í 1958, og eftir at hava starvast í danska Løgmálaráðnum í uml. 2 ár, gjørdist hann fyrst dómarafulltrúi í Roskilde, til hann í 1964 flutti til Føroya og helt fram í Føroya Rætti. Jógvan gjørdist sorinskrivari í 1977 og frá 1994 fyrisitingarligur sorinskrivari í Føroya Rætti. Hetta starvið røkti Jógvan, til hann tók við embætinum sum fyrsti Løgtingsins umboðsmaður.

Jógvan var á tingfundi 2. november 2000 einmælt valdur til umboðsmann fyri tíðarskeiðið 2001-2005. Hann hevði við sínum fakligu førleikum og hollu royndum ta barlastina, sum mett varð, skuldi til fyri at kunna lyfta hesa uppgávuna og at skapa ein stovn, sum bleiv virdur av bæði politisku og umsitingarligu skipanini í Føroyum. Hann tók við embætinum 1. mai 2001, og vísti longu frá byrjan, at hann var rætti maðurin til hesa uppgávuna. Jógvan var sera dugnaligur, og hann vann sær beinanvegin virðing í starvinum her heima eins væl og millum starvsbrøður sínar í hinum norðurlondunum, sum hann javnan hitti á fundi at umrøða mál av felags áhuga. Við sínum førleikum og royndum smæddist hann heldur ikki burtur teirra millum, og hetta viðførdi eisini bæði virðing og vinabond millum teirra.

Jógvan lat ein vælvirkandi stovn úr sínum hondum, tá hann í 2005 ikki ynskti at halda fram eitt skeið afturat, men heldur at kunna njóta tíðina saman við sínum kæru. Jógvan var sostatt 72 ára gamal, tá hann valdi at fara av arbeiðsmarknaðinum. Eftir Jógvan sita konan Elisabeth, børnini Birgir og Ása umframt abbabørn.

Løgtingsins umboðsmaður lýsir við hesum orðum frið yvir minnið um Jógvan Andreassen.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *