Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Minningarhald teirra sjólatnu allahalgannadag

Hósdagin 1. november verður minningarhald teirra sjólátnu í Vágstúni í Klaksvík og á Syðradali.

Á SYÐRADALI
Minningarhaldið á Syðradali byrjar kl. 13.30, og haldið í Vágstúni í Klaksvík kl. 15.

SAM siglir úr Klaksvík til Syðradals kl. 13, og bussur koyrir niðan í bygdina og oman aftur eftir haldið. Kransar verða lagdir vegna JFK Trol, Christian í Grótinum, Klaksvíkar útróðrarfelag, Klaksvíkar kommunu, Føroya fiskimannafelag og onnur, og tað verður Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri sum leggur kransin vegna Klaksvíkar kommunu.

Boðið verður til drekkamunn í suðuri í skúlanum eftir haldið.

Í KLAKSVÍK
Minningarhaldið í Vágstúni byrjar kl. 15, tá Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini bjóðar vælkomin. Síðan verður kórsangur og felagssangur, áðrenn Atli Rasmussen heldur røðu.

Síðan verða kransar lagdir vegna Klaksvíkar Býráð, landsstýrið, Klaksvíkar útróðrarfelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag. Jógvan Skorheim, borgarstjóri leggur kransin vegna Býráðið.

Eftir hetta verður aftur kórsangur og felagssálmur, áðrenn Tummas Lervig endar haldið. Boðið verður síðan til drekkamunn í Emmaus, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Skráin fyri haldið í Klaksvík sæst her.

Tekstir til kór- og felagssang síggjast her. 

Her nakrar myndir frá Minningarhaldinum í 2017.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.