Politikkur Tíðindaskriv

Mikukvøldið 18. apríl kl. 20​ bjóðar Suðuroyar Fólkafloksfelag til almennan fund á Segl loftinum

Eitt ótal av avgjøldum løgd á vinnuna seinastu tíðina.

– Sitandi samgonga hevur lagt eitt ótal av gjøldum á vinnuna. Millum gjøldini, sum samgongan hevur lagt á vinnuna, eru bensin- og dieselavgjaldið á akfør, avgjaldið á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør hækkar, heilsutrygdargjaldið, tinglýsingaravgjaldið, umhvørvisavgjald og kringvarpsgjald, sigur Suðuroyar Fólkafloksfelag.

– Ætlanin nú er at hækka gjaldið til Samhaldsfasta einaferð enn. Talan er um fleiri hundrað milliónir krónur hvørt ár. Harumframt eru fleiri hundrað milliónir í gjøldum lagdar á fiski- og alivinnuna. Hetta er ein vinnufíggindaligur politikkur, sum kemur at kosta vælferð í framtíðini, sigur Suðuroyar Fólkafloksfelag.

Framløgur verða frá Símun Jóannesarson Hansen, Jørgen Niclasen, floksformanni og Jacob Vestergaard, løgtingsmanni.

Fundurin byrjar klokkan 20.

Suðuroyar Fólkafloksfelag

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *