Heilsuverkið Lokal tíðindi Tíðindaskriv

Mikudagin 18. apríl í Havn og hósdagin 19. apríl 2018 í Klaksvík

Lene og Anika frá Kursus Center Struer koma til Føroyar tann 18. og 19. apríl.
Tær gleða seg at vitja tær vøkru oyggjarnar og at hitta teir fyrru luttakararnir, og at deila teirra kunnleika.

Tær hava góðar royndir, eftir nógv ár við luttakarum, sum tær hava hjálpt til eitt sunnari lív á www.KursusCenterStruer.dk

Sjónarmiðið hjá teimum í smb. við kost og rørslu, og tað at broyta vanar, er sera einføld, og ikki nøkur servitan.

Tær báðar, Lene og Anika, hava framløgu bæði í Tórshavn og Klaksvík.

Tú fært nakað av teirra vitan og royndir frá KCS, og fært sjálv/-ur íblástur og eggjan til eitt sunnari lív.

Fakta:
KCS er 13 ára gamalt, og bjóðar ymisk heilsuskeið frá 1 – 12 vikur.
KCS arbeiðir við at fáa fólk at lætna, fyribyrgja diabetes, fáa ein sunnari livihátt, avstressan og yoga.
Starvsfólkini hjá KCS eru: kostráðgevi, fysioterapeutur, coach, motiónslærari og kokkur.

Tórshavn, hjá Dugna á Sandvíkahjalla, mikud. 18.04.18, kl. 19.00 – 21.00.
Skrá Tórshavn:
Fyrilestur v/ fysioterapeut Lene Langer Nees og kostráðgevi Anika Karlsen Thor.
Spurningar og orðaskifti.
Prísur kr 100,- pr. prs.
www.dugni.fo

Klaksvík, Húsarhaldsskúlin, hósdagin 19.04.18, kl. 09.00 – 15.00
Í samstarvi við Húsarhaldsskúlan
Taki ein heilan skeiðsdag saman við Aniku og Lene.
Her kanst tú koma við í køkin,
fáa íblástur til rørslu og hoyra eina framløgu um okkara royndir
og grundreglur í smb. við eina lívsstílsbroyting.
Prísur inkl. kostur, kr 200,- pr. prs.
Tilmelding á tlf/SMS 216974, max. 30 luttakarar
www.husarhaldsskulin.fo

www.kursuscenterstruer.dk

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *