Lesarabrøv

Menniskjalívið

Menniskjalívið: Frá móðurlívi til grøv

Í kjalarvørrinum av at áhugafelagið Frítt Val, ið arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum, ætlar at stovna seg sum eitt felag, so meta vit, at tað er rætt av okkum at geva øllum, sum ætla at møta upp til fundin, eina inniliga áheitan um at fáa høvdið upp úr sandinum og veruliga hugsa um, hvat tey gera.

Líkamikið hvussu tú vendir ella snarar tí, so kanst tú ikki koma til eina skilagóða niðurstøðu um, hví eitt fostur er minni eitt menniskjalív enn eitt smábarn.
Líkamikið hvar, ein er á síni lívsleið, so hevur ein virði og ómissandi rættindi.
Hetta er galdandi fyri øll frá móðurlívi til grøv.

Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ymiskar og óynsktar støður viðvíkjandi graviditeti, men tó kann ein ikki stinga høvdið í sandin og ignorera, at her er eitt menniskjalív, eitt barn, íblandað.

Í staðin fyri at broyta samfelagið til at loyva og at eggja forsturtøku, so skuldi samfelagið heldur verið tillagað til at lofta hesum keðiligu støðunum.

Vit vóna so hjartaliga, at tit, sum ætla í gongd við hetta felagið, hugsa tykkum um!

Vegna Huxa,
Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *