Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Martin V. Sivertsen frá Ægir kláraði kravtíðina til NMU

Einast svimjari í hylinum ígjár, sum kláraði at svimja seg undir eina kravtíð og sostatt sleppa saman við hinum svimjarum á landsliðnum til stóru kappingar í Europa var Martin V. Sivertsen úr Ægir.

Hetta gjørdi hann meistarliga í 200 metur frí, har hann hevði tíðina 2:06:09 og kravtíðin til at koma til NMU var 2:07.25. Sostatt eitt stórt persónligt met og nú sleppur hann at royna seg í Riga í summar.

Frøi var á øllum í Ægir leguni og stórt tillukku Martin.

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *