Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi

Maratonfundur í Løgtinginum ígjár

Ikki góðir dagur fyri Norðoyggjar

Løgtingsfundurin byrjaði kl. 09.30 gjáramorgunin og endaði ikki fyrr enn kl. 04.48 í morgun.

Sum øllum kunnugt, so vaknar undirritaði sera tíðliga og tá ið eg tendraði telduni, var atkvøðugreiðslan júst um “Tunlarnir Norður um Fjall”, og sjálvandi gjørdist eg sera spentur, um nú okkara tingfólk her norðuri endiliga fóru at standa saman, men soleiðis bleiv ikki, samgongufólkini stungu fólkini norðanfyri í ryggin og stemmaði ímóti “Tunnilinum Norður um Fjall” og við  sera teprum meiriluta fekk katastofusamgongan felt uppskotið við 14 stemmum fyri og 15 ímóti og tískil fáa Norðoyingarnir norðanfyri ongan tunnilin á hesum sinni.

Eitt annað mál var eftir á skránni og tað var eykajáttanarlógin og tann viðgerðin tók ikki langa tíð og eftir var bert at hava lesa dagskránna upp fyri Løgtingsfundin mánadagin, síðani sleit Løgtingsformaðurin fundin og maratonfundurin var endiliga liðugur kl. 04.50.

Ikki ein góður dagur fyri Norðoyggjar, men tá ið vit hava fólk og flokkar, sum ikki vilja Norðoyggjum tað besta, so er ikki lætt.

Vit hava alt ov veik tingfólk í løtuni og tað kann fáa óbøtaligan skaða fyri okkara økið.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *