FÓLKATINGIд19

Magni Arge – Fólkafloksmaður?

Heldur skemtiligt at lesa lesarbrævið hjá Magna Arge her fyri, við yvirskriftini “Fólkaflokkurin í danskan ráðharrasess”, har hann, áðrenn endaligi uppstillingarlistin hjá Fólaflokkinum er almannakunngjørdur, hevur givið sær tann framíhjárætt at útvelja ein sokallaðan ‘toppkandidat’ hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið tann 5. juni 2019.

Ein fær næstan hug at ivast í, um Magni Arge situr í starvsnevndini hjá Fólkaflokkinum, tá ið hann tekur slíkar avgerðir.

Tað sum fær Magna Arge til knøttarnar er lesarabrævið hjá Anniku Olsen, við yvirskriftini “Føroyar arktiskan ráðharra í Fólkatinginum”.

Magni Arge skrivar, at nú melur Fólkaflokkurin á kúluni, tí hann vil vera við, at tað sum Annika Olsen og Fólkaflokkurin ynskja, er, at Føroyar gerast tættari knýttar at Danmark, og at leiðin á sjálvbjargnisleið og loysingin fær tískil eitt bakkast. Hetta er tó bert brongl frá Magna Arge, og einki hald í veruleikanum.

Annika Olsen vísir í sínum lesarabrævið á, at grønlendski flokkurin Inuit Ataqatigiit hevur boða frá, at Grønland eigur at fáa ein arktiskan ráðharra í donsku stjórnini, eftir eitt komandi fólkatingsval.

Annika Olsen vísir á, at hetta er eitt áhugavert sjónarmið “havandi í huga, at Danmark, ið ikki er arktiskt land, bert er limur í Artiska ráðnum, orsakað av Grønlandi og Føroyum. Føroyar og Grønland sleppa tó at sita til borðs í arktiska ráðnum, men hava ongan atkvøðurætt.”

Annika Olsen vísir víðari á, at “Sjálvsagt er okkara mál, at fara eftir fullum limaskapi í Arktiska ráðnum, har vit, føroyingar, kunnu umboða okkara egnu áhugamál mótvegis alheims samfelagnum. Tað eru vit, føroyingar, ið umboða okkara sjónarmið best, og ikki ein onnur tjóð, vegna okkum.

Men meðan vit bíða, eiga vit at brúka hvørt høvi at markera okkum, og vísa á okkara sjónarmið og áhugamál, serliga sum fiskivinnutjóð í einum viðbreknum arktiskum øki.”

Føroyar eru partur av ríkisfelagskapinum saman við Danmark og Grønlandi, og so leingið sum vit eru tað, so mugu lógir og karmar í ríkisfelagskapinum virðast, men samstundis skulu vit eisini gera brúk av øllum teimum møguleikum, sum eru í ríkisfelagskapinum.

Ein av teimum møguleikum, sum vit hava, er í samband við fólkatingsvalið, har ið føroyingar sleppa at velja tvey føroysk umboð á Fólkating, har millum annað Magni Arge hevur stillað upp, og hevur sitið sum varðamaður á danatingi.

Magni Arge, sum fílist á, at Fólkaflokkurin ynskir sær størri ávirkan í Arktiska ráðnum, hevur sjálvur, í nærum fýra ár, tikið brúk av einum av møguleikunum í ríkisfelagskapinum, sum er, at vera fólkatingslimur og móttikið danska løn og stuðul. Snakka um at mala á kúluni.

Ein føroyskur arktiskur ráðharri hevði einans tryggja størri ávirkan hjá Føroyum í arktiska ráðnum.

Tað skal eingin ivi verða um, at Fólkaflokkurin heldur, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, tað er tjóðskaparliga stavnhald Fólkafloksins, tískil verður eitt fólkatingsumboð ikki nýtt til at steðga sjálvstýrisleiðini, sum Magni Arge er so bangin fyri.

Fólkaflokkurin ætlar sær á Fólkating at føra praktiskan politikk, skapa úrslit, sum skal verða til gagn fyri føroyingar og Føroyar sum tjóð.

Gott val øll somul!

Uni Rasmussen – Fólkaflokkurin
Valevni til fólkatingsvalið 2019

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *