Ferðavinna Tíðindi

Loysn er funnin á málinum um rakstrartillagingar hjá Strandfaraskipum Landsins

Samferðslumálaráðið og Strandfaraskip Landsins hava í dag funnið eina loysn á málinum, um raksturin hjá Strandfaraskipum Landsins.

Loysnin merkir, at verandi túratal á Oyggjaleiðum verður óbroytt, men gjørdar verða smáar tillagingar í prísásetingini.

Fyri Bygdaleiðir merkir loysnin, at ein ávís tillaging verður í virkseminum.

Sum nakað nýtt fara fastbúgvandi fólk á útoyggj nú at sleppa undan at gjalda fyri at ferðast. Útoyggjar í hesum sambandi eru Fugloy, Svínoy, Skúvoy, Koltur, Hestur og Mykines.

Miðað verður eftir, at loysnin kemur í gildi tann 1. juli 2019.

Kelda: ssl.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *