Fiskivinna Tíðindi Vinna

Løgtingsformaðurin, skunda tær Bjørn, eg skal fletta tvey lomb í kvøld

Tað var reint út sagt onki skil á Løgtinginum í dag. Uppskot blivu løgd fram, sum slett ikki høvdu undirtøku í samgonguni, eitt nú veiðigjaldi til fiskivinnuna og fleiri samgongumenn søgdu, at teir tóku slett ikki undir við uppskotinum.

Andstøðan var í øðini og segði hvussu óseriøs samgongan var, at koma í Løgtingið við uppskotum, sum slett ikki høvdu undirtøku í samgonguni.

Ein samgongumaður segði, at uppskoti skuldi vendast á høvdi og ein annar segði, at hetta var slett ikki uppskotið, men eitt nýtt uppskot kom seinni og so prikkurin yvir i-num, har Løgtingsformaðurin bað Bjørn Kalsø skunda sær, tí hann skuldi fletta 2 lomb.

Samanumtikið er ongin samgonga longur og har er reint út sagt onki skil á Løgtinginum.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *