Heilsuverkið Pensionistar Tíðindi

Løgtingið feldi uppskotið

Samgongan valdi at gera avtøkuna av aldursmarkinum á koyrikortinum til eitt samgongu/andstøðumál.

Hóast uppskotið við aðru viðgerð bleiv samtykt við 18 atkvøðum fyri, 11 blankum og ongari atkvøðu ímóti, so valdi samgongan at fella uppskotið frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni við triðju og endaligu viðgerð.

Sostatt hava Føroyar strangastu ásetingar fyri endurnýggjan av koyrikorti í okkara parti av heiminum. Billførarar eldri enn 79 ár skulu framhaldandi til kravda árliga læknakanning og myndatøku, fyri at fáa endurnýggja koyrikort.

Týskland, Frakland, Eysturríki, Svøríki og Danmark hava onki ovara mark fyri vanligu gildistíðina.

Danir avtóku sína diskriminering av eldru bilførarunum 1.juli 2017.

Kári P. Højgaard “Facebook 25042018”

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *