Politikkur

Løgfrøðiligt kynsskifti, viðmerking frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Sonja Jógvansdóttir hevur lagt uppskot fram um at skifta kyn juridiskt. Sjálv kallar hon hetta fyri eina lítla lógarbroyting. T.v.s., at um ein maður følir seg sum eina kvinnu og framvegis følir hetta eftir 6 mánaðir, so skal hann juridiskt kunna gerast ein kvinna. Persónsnummarið verður broytt. Annars er maðurin tann sami maðurin sum áðrenn. Treytin er, at persónurin skal vera 18 ár.

Um hetta uppskotið verður samtykt, hevur maðurin, sum á pappírinum nú er kvinna, rætt til skiftingarrúm saman við kvinnum ? Hvat við ítrótti ? Og kunnu menn, sum í 6 mðr. siga seg hava følt seg sum kvinnu, kappast ímóti kvinnum ístaðin fyri móti sínum egna kyni ?

Um hetta uppskotið verður samtykt, skulu so børn í barnagørðum og skúlum lærast, at onki er meir náttúrligt enn at skifta kyn, ella tað er eitt val hjá tí einstaka, hvat kyn ein vil verða ?

Hvat nú, um ein kvinna hevur skift kyn juridisk og fær eitt barn, er hon so mamma ella pápi ? Hvussu skal hetta so skrásetast? Er tað so mamman ella pápin sum føddi barnið ?

Uppskot um Løgfrøðiligt kynsskifti viðheft niðanfyri.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Her uppskotið frá Sonju Jógvansdóttur, klikk her “Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Løgfrøðiligt kynsskifti)”

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *