Bráðtíðindi Tíðindi Tøkni

Lívshættisligt at hava fartelefonhald frá Føroya Tele

Man skuldi trúð at man var í tryggum hondum, tá ið man hevði eitt fartelefonhald frá Føroya Tele, men tað er lívshættisligt at hava tilíkt hald, tá ið ein er staddur í Danmark.

Vit í Eysturjyttlandi í Danmark hava ikki havt fartelefonsamband síðani einaferð í gjárskvødlið og nú, tá ið vit koyrdu á motorvegnum á veg frá Aarhus til Trustrup í Djúrslandi, so rendu vit okkum í eitt “skybrud” og bilurin fór siglandi eftir vegnum, men tíbetur hildu vit okkum á vegnum, men hvat nú, um vit rendu út av vegnum og ein skuldi ringja um hjálp, so var onki at gera ella um man er í húsinum úti á Bølandinum í Djúrslandi og ein fær blóðtøpp og ein skal boða frá og fáa hjálp beinanvegin og einasti tekstur sum stendur á telefonini “ingen tjeneste”

Hetta er also slett ikki gott nokk og bert geva okkum hesar upplýsingingina á heimasíðuni eru undir allan kritikk:

BRÁÐTÍÐINDI:
Álvarsamir trupulleikar við fartelefonsambandi uttanlands. Kundar uppliva annaðhvørt ringt ella einki fartelefonsamband. Talan er bæði um data, sms og talu. Arbeitt hevur verið upp á trupulleikan síðan kl. 18 sunnukvøldið, men framvegis er hann ikki loystur. Haldið okkum vinaliga til góðar.

Klokkan er nú 18:51 mánakvøld tann 09.09.2019 og vit hava onki fartelefonsamband havt í meira enn eitt døgn. Skuldi ringja til fleiri handilskontaktir í dag, men tað er alt farið aftur við borðinum og tað kann fáa stórar fylgjur fyri mína fyritøku.

Vónandi fáa vit fartelefonsamband skjótast aftur og vónandi fáa vit eitt risa endurgjald frá Føroya Tele, tá ið feilurin einaferð verður funnin og vit aftur fáa samband við útheimin og vit sum eru í Danmark í løtuni, kunnu tosað við okkara kæru í Føroyum.

SáH

 

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

One Reply to “Lívshættisligt at hava fartelefonhald frá Føroya Tele

  1. Vit høvdu sama trupulleika í juni/juli, tá vit ferðaðust í Balkanøkinum. í 4 út av 9 londum høvdu vit onki 4G, og tað var snøgt sagt ógjøgligt at finna runt. Tað var sera spell, tí av tí sama náddu vit ikki til okkurt tiltak, vit skuldu til og máttu droppa ymiskt, vit ætlaðu at síggja. Í onkrum londum høvdu vit heldur onki telefonsamband. Tá føldu vit okkum sera ótryggar, tí onkuntíð komu vit fram til eitt nýtt stað mitt um náttina og høvdu hvørki internet til at finna veg ella telefonsamband at ringja eftir hýruvogni, politii osv, um tað skuldi verið neyðugt. Vit vóru heldigar, at tey fólkini, vit spurdu um hjálp, vóru ærlig og ófarlig.
    Áðrenn ferðina skifti eg veitara frá Hey til FT, tí eg vildi hava Ver sum heima, tí tað stóð at skula vera galdandi í øllum londunum, eg skuldi ferðast í. Til dømis stóð, at Bosnia/Herzegovina var inkluderað í haldinum, men tá eg var har og ikki hevði nakað internet, ringdi eg til tey. Svarið var, at tað bara var samband í Bosnia-partinum, og vit vóru í Herzegovina-partinum, so har var onki at gera.
    Eg helt hetta vera so ótrúliga vánaligt, og tað tóktist ikki, sum at tað varð tikið í álvara. Fólkini, eg tosaði við í telefonini, vóru fitt nokk, men tey kundu onki gera, tí tey arbeiddu bara í telebúðunum.
    Sera óálítandi tilboð 🙁

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *