Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi

Lítil grind legði beinini á Borðoyavík

Klokkan tvey í nátt var boða frá grind sunnanfyri Borðoyavík. Ætlanin var at reka hana inn í Hvannasund, men ikki fekst rakstur á hana norðureftir, hon vildi bara suðureftir og so var avgjørt at reka hana inn á Borðoyavík.

Klokkan umleið 5:30 bleiv hon dripin. Drápið gekk væl og eftir góðar 10 min. vóru allir hvalirnir deyðir. Tað vóru umleið 25 – 30 hvalir.

Tað sum var sera sermerkt við hesari grindini var, at tað var mestsum øll, sum vóru við í drápinum vóru heilt ung fólk. Tann elsti mundi vera løgreglumaðurin Karl Johansen.

Seðlirnar koman væntandi út á miðdegi og verður grindin býtt í drápspartar.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *