Politikkur Tíðindi

Lítil áhugi hjá Landsstýrismonnum fyri sjófeingi, bert Høgni Hoydal í salinum

Her sæst svart uppá hvítt, hvussu lítlan áhuga Landsstýrisfólk hava fyri fiskivinnuna. Mynd tikin niður 10:20,

Bert ein Landsstýrismaður í salinum, nevnliga Høgni Hoydal og hann er noyddir at sita har, tí dagsskráin er fyrisitingin av sjófeingi, um tað ikki var, so var hann eisini burtur úr salinum, tí soleiðis plagar tað at vera, har fremsti bonkur sum oftast er skall tómur.

Tað burdi kanska verið soleiðis, at tey tastaðu seg inn, tá ið tey sótu í teirra sessið og tá ið tey ikki vóru til staðar, so blivu tey trekt í løn.

Her sæst orðaskiftið beinleiðis, klikk her “Tingvarp beinleiðis”.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *