Fiskivinna Tíðindi

Líðhamar 12.200 pund og Bragd 10.000 pund í dag

Klokkan 11:45 kom Bragd aftur í dag og løtu seinni kom Líðhamar eisini. Bragd hevur roynt við línu norðan fyri Føroyar og Líhamar hevði roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Líðhamar var bestir í dag, eftir at Bragd hevur verið bestir bæði hósdagin og mikudagin.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hevði Líðhamar 12.234 pund, helvt um helvt toskur og hýsa, 6.000 pund toskur, 6.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag.  Bragd hevði 9.840 pund, helvt um helvt toskur og hýsa, 4.800 pund toskur og 4.800 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til NFCS.

Bragd, mynd tikin tann 08.11.2019 klokkan 12:04
Líðhamar, mynd tikin tann 08.11.2019 klokkan 12:08

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *