Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Latið tey sum hava vandamesta yrki og ringastu sjúkratrygging varðveita sjómannafrádráttin

Marita Rasmussen er úti við rívuni umvegis Kringvarpið og lýpur frontalt á skipanina við skattafrádrátti fyri sjófólk, sum hon kallar “kappingaravlagandi” og eftir øllum at døma vil hava avtikna.

Marita Rasmussen og hennara arbeiðsgevari hava sjálvandi rætt til at tala sína søk alment; men hennara úttalilsi gevur høvi til eina stutta viðmerking.

Tann føroyski arbeiðsmarknaðurin man vera “kappingaravlagaður” av heilt øðrum enn tí sindri av skattalætta sum okkara sjófólk fáa. Men fyrst skal staðfestast at hesin frádráttur kom fyri nøkrum árum síðani fyri at demma upp ímóti at ov mong av okkara dugnaligastu sjófólkum leitaðu sær betri hýrur aðrastaðni enn í Føroyum. Hendan tillaging í skattalógini var fullkomiliga neyðug fyri at geva føroyskum fiskiskipum ein kjans at standa seg so dánt í ójavnari kapping móti skipum í Noregi og aðrastaðni. Tað eydnaðist at basa trupulleikanum tá, men hann er ongantíð horvin heilt og hevur lyndi til at stinga seg upp aftur so hvørt umstøðurnar versna umborð á føroyskum skipum.

Skulu vit tosa um hvat sum er “kappingaravlagandi” fyri arbeiðsmarknaðin, má tann viðgerðin víðkast so at atlit verða tikin til øll týðandi viðurskifti í hesum høpi.

Skattafrádrátturin fyri sjófólk pr 1. januvár 2001 var upprunaliga 15 prosent av 500.000 í inntøku, men er seinni minkaður niður í 14 prosent av 470.000. Her skulu vit tó eisini umhugsa at sjófólk hava sjúkra- og arbeiðsloysistryggingar sum yvirhøvur eru at meta sum verri enn tær hjá flestu øðrum lønarbólkum í samfelagnum. Um ein sjómaður má í land vegna sjúku, so fær hann bert 80 prosent av vanligari arbeiðsmannaløn so leingi hann er uppi á landi. Bara fyri at taka eitt dømi, royn og samanber hetta við umstøðurnar hjá eitt nú fulltrúum og ráðgevum í tí almennu fyrisitingini, fyri ikki at tala um teirra stjórar.

Uppboðssølu gjøld eru ein faktuellur skattur sum bert skiparar v/ manning, reiðarí og rættindahavarar gjalda. Nøkur ógvuslig dømi vit hava, vísa at upp til 90,4% av søluvirðinum í sambandi við avreiðing eg farið beint í landskassan.

Harafturat kemur at í Føroyum eru sjófólk einasti samfelagsbólkur sum er farin niður í løn tey seinnu árini, tó at tað er greitt at sjólívið verður roknað sum eitt av heimsins vandamestu yrkjum, har deyðsvandi er til staðar ein stóran part av tíðini. Eisini vísti ein donsk kanning herfyri at sjófólk hava verri heilsu og liva í miðal fimm ár styttri enn kontórfólk og arbeiðsfólk á landið annars.

So latið okkum bara unna okkara sjófólki sámulig kor og tann skattafrádrátt tey framvegis fáa. Her skal eisini havast í mentu at gongdin í tí føroyska fiskiflotanum er einki at rópa hurra fyri í løtuni. Vit síggja hvussu okkara grannalond endurnýggja sínar flotar meðan vit í so máta mestsum hava staðið í stað tey seinastu skjótt 10 árini.

Eg hugsi at vit annars eru samd í tí nógva av tí sum Marita Rasmussen og Arbeiðsgevarafelagið fyrr hava víst á, minnist meg rætt: at tað er ikki skynsamur búskaparpolitikkur at økja um almennar kostnaðir og íløgur í góðum tíðum, tá ið vinnan sjálv veksur og økir um sítt virksemi. Tá er skjótt at búskapurin verður ovurhitaður, sum jú fær avleiðingar, ikki minst fyri arbeiðsmarknaðin. Hinvegin er tað ofta skilagott og neyðugt at lata tað almenna traðka meira til í verri tíðum tá ið vinnan ikki er so væl fyri, soleiðis at búskapurin ikki stagnerar.

Tað er so nógv annað sum kundi verði nevnt her, men eg meti at hendan viðmerkingin eigur at koma frá einum fakfelag sum verjir tey vunnu rættindini hjá tí føroyska sjó/fiskimanninum.

Vegna
Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð
Formaður

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *