Heilsuverkið Pensionistar Tíðindi

Lættari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta

Frá 1. januar 2020 verður lættari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum londini í ríkisfelagsskapinum. Tá kemur lógarbroytingin um at minka um markaforðingarnar, tá fyritíðarpensjónistar flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland, í gildi.

Á fundi millum táverandi føroysku, donsku og grønlendsku ráðharrarnar í pensjónsmálum, í desember 2018, varð semja gjørd um, at arbeiðast skuldi fram ímóti at loysa trupulleikan við markaforðingunum hjá fyritíðarpensjónstum, ið flyta millum londini.

Semja varð millum ráðharrarnar um, at neyðugu lógarbroytingarnar skuldu koma í gildi í seinasta lagi 1. januar 2020.

Arbeiðið er nú liðugt, og øll londini eru nú klár við neyðugu lógarbroytingunum, soleiðis at skipanirnar samstarva á besta hátt fyri borgararnar í øllum trimum londunum.

Lógarbroytingin merkir ítøkiliga, at
•føroyskir fyritíðarpensjónistar við hægstu fyritíðarpensjón flyta sjálvvirkandi yvir til samsvarandi fyritíðarpensjón í Danmark ella Grønlandi
•føroyskir fyritíðarpensjónistar við lægstu ella miðal fyritíðarpensjón varðveita rættin til fyritíðarpensjón í upp til 12 mánaðir, tá flutt verður til Danmarkar ella til Grønlands
•í sambandi við flyting millum londini hava avvarðandi myndugleikar skyldu at veita nøktandi upplýsingar sínámillum, soleiðis at málsviðgerðartíðin av umsókn um fyritíðarpensjón í landinum, sum flutt verður til, verður so stutt sum gjørligt

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fegnast um, at málið um flyting av fyritíðarpensjón loksins er komið á mál. Nýggju reglurnar fara at gera tað munandi lættari hjá fyritíðarpensjónistum, ið ynskja at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland, og eisini er tað at fegnast um, at londini í ríkisfelagsskapinum í felag hava lyft hesa uppgávu.

Kelda: amr.fo

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *