Pensionistar Tíðindi

Lættari hjá føroyingum við hægstu fyritíðarpensjón at flyta til Danmarkar ella Grønlands

Føroyingar, sum hava fingið játtað hægstu fyritíðarpensjón, skulu eisini kunna fáa pensjón, um tey flyta til Grønlands ella Danmarkar. Tað er semja um eftir ráðharrafund í Keypmannahavn í dag.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, var í dag á fundi við danska ráðharran í arbeiðsmarknaðarmálum, Troels Lund Poulsen og grønlendska almanna- og løgmálaráðharran, Marthu Abelsen.

Eftir fundin komu tey til ta felags niðurstøðu, at marknaforðingarnar í sambandi við fyritíðarpensjón, skulu loysast.

Hetta skal gerast við trimum átøkum:

Fyritíðarpensjónistar, sum hava fingið fyritíðarpensjón í Danmark ella hægstu fyritíðarpensjón í Føroyum ella Grønlandi, skulu av sær sjálvum fáa fyritíðarpensjón í tí landi, teir flyta til. Orsøkin er, at játtanarreglurnar í sambandi við fyritíðarpensjón í Danmark og hægstu fyritíðarpensjón í ávikavist Grønlandi og Føroyum líkjast sera nógv.

Fyritíðarpensjónistar, sum ikki av sær sjálvum kunnu fáa játtað fyritíðarpensjón í tí landinum, tey flyta til, skulu kunna taka sína pensjón við sær, flyta tey til landið, í mesta lagi í 12 mánaðir.

Týða og lata upplýsingar millum londini, til tess at stytta um málsviðgerðartíðina.

-Tað er at gleðast um, at vit – bæði í Føroyum, Grønlandi og Danmark – hava skipanir, sum tryggja okkara pensjónistum eitt uppihaldsgrundarlag. Við hesum nýggju átøkum tryggja vit eisini, at hesar skipanir samstarva á besta hátt fyri borgararnar í øllum trimum londum, eru Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, og hinir báðir ráðharrarnir á einum máli um.

Miðað verður eftir, at 1. januar 2020 hava øll trý londini fingið lóggávuna viðvíkjandi fyritíðarpensjónunum uppá pláss samsvarandi semjuni.

Les felagsniðurstøðuna her.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *