LØGTINGIд19 Politikkur Tíðindi

KvF sum politiskur kannustoypari

KvF royndi seg enn eina ferð hóskvøldið í D&V sum politiskan kannustoypara og borðreiddi aftur við samgongu- (t.e. tjóðveldis)tosi. Høgni Hoydal hevði sum vant frítt spæl í sjónvarpsstovuni. Aksel Johannesen, løgmaður, og Sjúrður Skaale sluppu eisini stutt framat.

Men tað tykist, sum KvF ikki er áhugað í øðrum enn tí, Tjóðveldi meinar og ætlar sær. Løgmaður hevur langt síðan boðað frá, at Javnaðurin ikki vil samstarva við Fólkaflokkin. Nú hevur Sjúrður Skaale útilokað Tjóðveldi – væl at merkja, um flokkurin ætlar at reka loysingarpolitikk.

Javnaðarflokkurin verður til hetta løgtingsvalið ímyndin av sundurlyndi og manglandi evnum ella vilja til semjur ella samstarv. Tað átti tí at verið áhugavert og relevant fyri tíðindamannin at spurt løgmann, hvønn flokk hann ætlar sær í samgongu við eftir valið.

Kanska ein óneyðugur spurningur, tí møguleikarnir fyri eini samgongu hjá løgmanni tykast at fækka fyri hvønn dag. Ikki minst tá valúrslitið av fólkatingsvalinum verður havt í huga.

Svarið er eftir hondini rættuliga einfalt.
Løgmaður ætlar sær í samgongu við Sambandsflokkin.

Spurningurin er bara, hvat Sambandið ger.
Javnaðurin er undir Akseli blivin so vinstravendur, at tað átti at verðið trupult við eini samgongu við Sambandið. Skal Aksel so tveita allan fiskivinnupolitikkin fyri borð fyri at bjarga sær eina samgongu við ein borgarligan flokk? Neyvan.

Ætlar Sambandið at reka fiskivinnu’politikkin’ hjá hesi samgongu víðari?

Stóri trupulleikin fyri føroyska samfelagið er, at um Sambandið ger samgongu við Javnaðarflokkin, skulu vit føroyingar ikki rokna við nakrari broyting yvirhøvur, hvørki á fiskivinnu-, vinnu-, fíggjar- e.ø. týðandi øki. Tað verður tí ein vanlagna fyri Føroyar, um vit eftir løgtingsvalið fáa eina “heimastýrissamgongu”.

Hvør verður 3. flokkur, um teir báðir ikki røkka 17 tingmonnum?

Veljarin má gera sær greitt, at einasti møguleiki fyri at fáa systemskifti í føroyskum politikki er at velja Fólkaflokkin.

Tað er tí mín vón, at Fólkaflokkurin eftir løgtingsvalið í august verður so sterkur, at tað bert verður møguligt við eini 2-flokka borgarligari samgongu millum Fólka- og Sambandsflokkin.

Sjálvstýris- og Miðflokkurin kunnu eisini vera við í eini slíkari samgongu, tí hetta er einasti máti at steðga tí ørskapi, sum byrjaði fyri 4 árum síðan, tá henda samgongan tók við.

Christian Andreasen
valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *