Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Krúnprinshúskið vitjar Klaksvík og Mikladal fríggjadagin

Fríggjadagin 24. august kemur krúnsprinshúskið á almenna vitjan hjá Klaksvíkar kommunu. Skráin fyri dagin fevnir víða, og høvið verður í fleiri umførum hjá almenninginum at síggja og veitra til krúnprinshjúnini og fýra børn teirra.

Kongsskipið Dannebrog kemur á Klaksvík kl. 9, og tá eru øll vælkomin á kajina at veitra til Fríðrik, krúnprins, Mary, krúnprinsessu og tey fýra børnini prins Christian, prinsessu Isabellu, prins Vincent og prinsessu Josephine.

Á kajini tekur Jógvan Skorheim, borgarstjóri við frú ímóti og navnkennir Býráðið fyri krúnprinshúskinum.

Av kajini verður koyrt heim í nýggja miðbýin, har rundvísing verður á Biskupstorgi. Borgarstjórin fer her at greiða frá miðbýarætlanini fyri Klaksvík, umframt at Edward Fuglø verður hjástaddur við nøkrum av sínum listaverkum.

Kl. 10 spáka krúnprinsparið og børn teirra av Biskupstorgi yvir í nýggju Ósalundina á ovara Vágsbøi, har børn úr dagstovnunum og skúlanum vera hjástødd við fløggum og sangi. Hetta er eins og á kajini eitt frálíkt høvi hjá almenningininum at síggja og veittra til gestirnar, sum kl. 10.30 fara á vitjan í Norðoya sparikassa í knappan hálvan tíma.

Kl. 11 verða krúnprinshjúnini koyrd aftur til kongsskipið, og løtu seinni fara tey við tyrlu út í Fugloynna, har tey vitja um middagsleitið og tíðliga seinnapartin.

Kl. 15.30 lenda tey í Mikladali, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri aftur tekur ímóti. Í bygdini vitja tey fyrst í Uttarstovu, haðani Kópakonan er, og síðan spáka tey oman til standmyndina av Kópakonuni, har Ingibjørg Hansen fer at framføra.

Eins og í Klaksvík gevur skráin í Mikladali sostatt bygdafólkinum og almenninginum yvirhøvur góðar møguleikar fyri at síggja krúnprinshúskið, áðrenn tey fara við tyrluni aftur til Klaksvíkar kl. 16.30.

Afturkomin til Klaksvíkar fer krúnprinshúskið við bili aftur umborð á Dannebrog, og um kvøldið er borgarstjórin við frú vertur fyri døgurða á gamla spinnarínum, har framførslur eisini verða á skránni.

Dannebrog fer av aftur Klaksvík kl. 22.40 fríggjakvøldið.

Klaksvíkar kommuna fegnast um kongaligu vitjanina, og vónar at síggja nógv fólk úti í samband við vitjanina í býnum og í Mikladali.

SKRÁIN Í KLAKSVÍKAR KOMMUNU FRÍGGJADAGIN 24. AUGUST
Kl. 09.00 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Klaksvík.

Kl. 09.10 Krúnprinshúskið fer í land

Jógvan Skorheim borgarstjóri og frú Vígdis Skorheim taka ímóti. Vón Skorheim handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir býráðið og heldur stutta vælkomurøðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Kl. 09.25 Fráferð við bili til Biskupstorgið.

Kl. 09.30 Koma til Biskupstorgið.

Borgarstjórin leggur fram ætlanirnar um nýggja miðbýin í Klaksvík í 3D stødd og sigur frá nýggja byggjarínum. Edward Fuglø listamaður verður hjástaddur við einari framsýning.

Kl. 10.05 Spákað verður til Ósalund, sum er grønt øki í nýggja miðbýnum.

Kl. 10.10 Koma til Ósalund.

Børn úr Skúlanum á Skúlatrøð syngja, og børnini á øllum dagstovnunum eru savnað at heilsa upp á krúnprinshúskið.

Kl. 10.30 Spákað verður til Norðoya Sparikassa.

Kl. 10.35 Koma til Norðoya Sparikassa.

Marner Mortensen stjóri tekur ímóti. John P. Danielsen stýrisformaður sigur søguna um bankan, arbeiðið nú og ætlanir. Norðoya Sparikassi verður 100 ár í næsta ár.

Kl. 11.05 Fráferð við bili frá Norðoya Sparikassa til Kongsskipið Dannebrog.

Jógvan Skorheim borgarstjóri og frú Vígdis Skorheim siga krúnprinshjúnunum farvæl.

Kl. 11.15 Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Um middagsleitið og tíðliga seinnapartin vitjar krúnprinshúskið í Kirkju og Hattarvík hjá Fugloyar kommunu. Eftir hetta koma tey til Mikladals.

Í Mikladali

Kl. 15.35 Koma til Mikladals. Fráferð við bili oman til bygdina.

Kl. 15.40 Jógvan Skorheim borgarstjóri og Vígdis Skorheim taka ímóti.

Borgarstjórin heldur stutta vælkomurøðu. Eftir móttøkuna verður vitjað í húsunum, haðan kópakonan er. Søgnin um kópakonuna verður søgd, og Eyðun Eliasen, bóndi greiðir frá bygdini.

Kl. 16.05 Spakað verður oman til standmyndina av Kópakonuni.

Ingibjørg Hansen sangari, ið er uppvaksin í húsunum, haðan kópakona var, framførir niðri við standmyndina.

Kl. 16.30 Fráferð við bili til tyrlupallin.

Kl. 16.35 Fráferð við tyrlu úr Mikladali til tyrlupall í Klaksvík.

Í Klaksvík

Kl. 16.45 Koma til tyrlupall í Klaksvík.

Koyrt verður til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 17.00 Krúnprinshúskið fer umborð á Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 19.20 Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog til gamla spinnaríið.

Krúnprinshjúnini við fylgi verða heintað av Lene Moyell Johansen ríkisumboði og harra Stendor Johansen.

Døgurði

Kl. 19.30 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða.

Krúnprinshjúnini verða móttikin av Jógvani Skorheim borgarstjóra og frú Vígdis Skorheim. Undir døgurðanum heldur borgarstjórin røðu og handar krúnprinshjúnunum gávu. Tónleikaframførsla verður.

Kl. 22.30 Fráferð við bili til Kongsskipið Dannebrog.

Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen fylgja krúnprinshjúnunum við fylgi til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 22.40 Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kongsskipið Dannebrog siglir síðan av Klaksvík.

  

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *