Tíðindi Tøkni

Kort- og landmátingarøkið yvirtikið

Í dag hevur Løgtingið samtykt at yvirtaka lógarøkið viðvíkjandi kort- og landmátingum. Yvirtøkan fevnir um bæði land- og sjókort og kemur í gildi í tveimum, landkortøkið verður yvirtikið tann 1. apríl 2019 ímeðan yvirtøkan á sjókortøkinum fær gildi tann 1. januar 2020.

Yvirtøkan merkir, at frameftir verða tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á kort- og landmátingarøkinum. Málsøkið fevnir um ‘lov om stedbestemt information’, sum eisini verður lógargrundarlagið eftir yvirtøkuna.

Ætlanin er at leysgeva føroysk talgild landafrøðilig kortdata, soleiðis at hesi frítt kunnu gagnnýtast av almennum sum privatum.

Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna:

– Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum er ein týdningarmikil yvirtøka eftir mínum tykki. Vit miða eftir at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum. Á hendan hátt byggja vit eisini upp førleikar og kunnleika hjá okkum sjálvum, og eg eri glað fyri, at vit fingu breiða undirtøku fyri uppskotinum tvørtur um samgongu og andstøðu.

Heilsu- og innlendismálaráðið, 10. desesmber 2018

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *