Lokal tíðindi Tíðindi Tónleikur

Konsert í Christianskirkjuni, mikukvøldið 08. august kl. 20:00

Mikukvøldið, 08. august kl. 20.00 verður orgulkonsert í Christianskirkjuni við danska urguleikaranum, Tinu Christiansen.

Tina Christiansen er 34 ára gomul,og hevur útbúgving frá Det Jyske Musikkkonservatorium í Århus hjá professara í urguspæli Ulrik Spang-Hanssen sum lærara. Aftaná kandidat próvtøku helt hon á fram við útbúgving á solistklassanum sama stað og debuteraði summarið 2013 við fleiri konsertum í Danmark. Hon starvast sum urguleikari í Ansgars kirkjuni í Odense.

Tina hevur havt orgulkonsertir nógva staðni í Europa og í Ruslandi. Seinast hevur hon havt solokonsert í Sct. Paul’s Cathedral í London og finalekonsertina á London Organ Day í 2017. Hon hevur luttikið í urguleikara-kappingum bæði í Danmark og aðrastaðni og fleiri ferðir vunnið virðislønir fyri spæl sítt. Hon hevur fingið nógv ymisk legatir og luttikið í meistara-skeiðum hjá víðagitnum urguleikarum sum til dømis Gillian Weir og Hans Fagius. Tina hevur eisini studerað cembalo og kamartónleik hjá Lars Colding Wolf og hevur spælt til fleiri stórar oratoriuframførslur við Aarhus Bach Selskab og CD-innspælingar við Aarhus symfoniorkestri og Randers kamarorkestri. Hon hevur framført urgutónleik av eini mongd af tónaskøldum.

Umframt at framføra verk eftir Dietrich Buxtehude, Nicolas de Grigny, Robert Schumann, Bedrich Janacek, Marso Enrico Bassi og Louis Vierne, fer hon eisini at frumframføra tónleik av føroyska tónaskaldinum, Tróndur Bogasyni. Tónleikurin hjá Trónda er skrivaður yvir fimm ymisk løg hjá Hans Jakob Højgaard: “Dagurin aftnar ver okkum hjá”, “Ungdómsins Harri”, “Harri mínar troyttu hendur”, Sum harðveður, tá ódn ber á” og “Deyði, hvar er nú broddur tín”. Sum ein partur av framførðsluni fáa áhoyrarnir saman við forsangarum høvi at syngja nøkur ørindi í tveimum av sálmunum.

Vit kunnu gleða okkum til eina orgulkonsert av teimum heilt stóru.

Aftaná konsertina er ein kaffimuður í kirkjukjallaranum, har høvið verður at heilsa uppá Tinu.

MIKUKVØLDIÐ, 08. AUGUST KL. 20.00 – VÆLKOMIN TIL STÓRFINGNA URGUKONSERT – .

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *