Politikkur Tíðindi

Kommunistisku hógvarnir hjá samgonguni stinga undan!

Nú skulu Høgni Hoydal og Poul Michelsen ognartaka rættin hjá jarðaeigarum at skipa egin privat viðurskifti á egnum lendi.

Tað undrar heldur ikki, at tað eru hesir báðir, sum nú fyrireika álop á privata ognarrættin. Líka síðan teir komu til, hava teir roynt at lýst viðurskiftini í føroysku hagunum ógreið og óskipað. Serliga hava teir ilt av, at jarðeigarar og bøndur fáa inntøkur av teimun nýggju lunnindunum, sum ferðavinnan førir við sær.

Søgan hevur óteljandi dømir um, hvussu tað hevur gingist, tá valdshavarar hava gjørt seg inn á privata ognarrættin og tikið rættindir frá jarðeigarum og bøndrum. Tað er ikki av ongum, at privati ognarrætturin er vardur í grundlógini.

Somu gomlu grundgevingarnar verða nýttar. Valdshavarirnir, Høgni og Poul, vita best, hvussu jarðeigarar og bøndur kring landið skulu skipa síni viðurskiftir. Saman við Visit Faroe Islands skulu teir umsita alla jørðina í Føroyum, bæði privatu- og festijørðina. Tey, sum eiga og hava rætt til jørðina og lunnindini, skulu ikki hava inntøkurnar.

Átakið líkist ætlanini hjá Tjóðveldi í 2008, tá Tórbjørn Jacobsen, táverandi landsstýrismaður, bar uppskot í Tingið, sum skuldi inndraga øll lunnindir frá festibøndum, til landsstýrismannin at umsita.

Privati ognarrætturin er grundleggjandi fyri eitt frítt og frælst samfelag og má ikki undirgravast av ráðaríkum kommunistum, hvørs fremsta endamál er, at staturin skal eiga og stýra øllum virksemi kring landið.

Slíkar ætlanir, sum tær hjá Høgna og Poul, eru vandamiklar og mugu steðgast beinan vegin. Teir hava onki lært av Mao, Lenin, Stalin, Hugo Chavez o.ø.

Vit hava galdandi lóggávu sum skipar øll viðurskiftir kring nýtsluna av høgunum, lunnindunum og øllum lendinum í Føroyum. Tað er ikki loyvt at ganga í bø og haga uttan við loyvi frá teimum, sum eiga lendi.

Føroyar eru allar matrikuleraðar, og hvørt matrikulnr. hevur ein ella fleiri tinglýstar eigarar. Tað eru eigararnir av lendinum, sum sambært lóggávu, stýra, reka, og røkja lendi í bø og haga.

Tað hava jarðeigarar og bøndur kring landið gjørt fyrimyndarligt í øldir. Tað eru hesi, sum við sínum dugnaskapi og royndum duga best at røkja bø og haga við tilhoyrandi lunnindum.

Tað er ein sjálvfylgja, at tað eru tey sum eiga og festa lendið, sum fáa tær inntøkur, sum lendið kastar av sær, um tað er frá ferðavinnu ella øðrum. Tað rakar ikki Høgna og Poul, hvat inntøkurnar verða brúktar til.

Eg kenni onki til, at føroyingar ikki kunnu ferðast í egnum landi, sum teimum lystir. Tað er nakað heilt annað, tá ferðaskrivstovur o.o., uttan at hava fingið loyvi til tað, brúka ognirnar hjá øðrum til at vinna sær sjálvum inntøkur.

Vónandi er onkur so frægur í samgonguni, at Høgni og Poul verða settir uppá pláss, so ætlaða ognartøkan verður steðga í føðingini.

Jacob Vestergaard

Facebook 12.07.2018

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *