Ítrottur

Kom við til Bassafótbólt

Kom við til Bassafótbólt ⚽️

Kom við, tá Betri og FSF skipa fyri túnabólti kring landið fyri U7 og U9. 😄 Bassi vitjar við onkrum góðum til børnini, og vinningur verður latin vinnandi liðunum í hvørjum øki.

Eisini sleppa vinnarar at luttaka í finalutiltaki á Tórsvølli í sambandi við steypafinalurnar 21. septembur 2019.

Melda til her: www.atgongumerki.fo/fsf.

Tiltøkini eru ókeypis, men tilmelding krevst. Freist at melda til er tveir dagar áðrenn kappingina.

Her verður Bassafótbólturin:
VÁGAR mánadagin 27. mai kl. 15.30

KLAKSVÍK fríggjadagin 31. mai kl. 15.30

SANDUR hósdagin 6. juni kl. 15.30

SALTANGARÁ fríggjadagin 14. juni kl. 15.30

TÓRSHAVN mánadagin 17. juni kl. 15.30 fyri dreingir

TÓRSHAVN týsdagin 18. juni kl. 15.30 fyri gentur

TVØROYRI hósdagin 20. juni kl. 15.30

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *