Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Klokkukláru mannagongdirnar og treytaleysa nærlagnið – missálit fyrr og nú?!

Bjarni Djurholm hevur púra rætt í hesum. Hesi fólk sum kallað seg rein, haldi eg at søgan sigur okkum nakað heilt annað, sjá grein hjá Bjarna Djurholm niðanfyri, sum hann hevur skrivað á sín Facebook vanga ígjár:

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin

Løgtingsmál nr. 49/2014: Misálit á Johan Dahl, landsstýrismann

Uppskot um missálitisváttan

Vísandi til § 29, stk. 2 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til § 47 í Tingskipanini, samtykkir Løgtingið misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.

Viðmerkingar :
Landsstýrisfólk eru sett sum tænarar hjá fólkinum. Fólkið velur Løgtingið.
Løgtingið ger lógirnar, og landsstýrisfólk hava bæði politiska og rættarliga ábyrgd av at fyrisita og halda lógirnar.

Tann mest grundleggjandi tátturin í valdsbýtinum millum Løgtingið og Landsstýrið – millum tað lóggevandi og útinnandi valdið – er, at landsstýrisfólk standa til svars og til ábyrgd mótvegis Løgtinginum fyri sínar skyldur og ábyrgdir.

Leiðslan á Strandfaraskipum Landsins hevur fleiri ferðir gjøgnum árið 2013 boðað frá, at tað resta 4,8 mió.kr. í játtanini, m.a. tí at sparingar, sum ætlanin var at fremja, ikki vórðu settar í verk.
Hóast tað, bað landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki um eykajáttan.

Hóast hetta, hava hvørki landsstýrismaðurin sjálvur ella løgmaður tikið nakrar avleiðingar av ábyrgdini hjá landsstýrismanninum í málinum.
Ístaðin hevur landsstýrismaðurin lagt alla ábyrgdina á stovnsleiðsluna fyri, at hann ikki hevur hildið sínar skyldur mótvegis Løgtinginum.

Løgtingið kann á ongan hátt góðtaka tey greiðu brot, ið eru framd og handfaring landsstýrismansins í málinum.

Løgtingið kann heldur ikki góðtaka, at løgmaður alment vælsignar brot landsstýrismansins.

Løgtingið má staðfesta ábyrgd og avleiðingar til tess at fremja lóggávuvald, rættartrygd og álit á landsins lógir og stovnar.

Tí verður uppskot um misálitisváttan reist mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum.

Á Løgtingi, 4. november 2014

Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen, Poul Michelsen, Kristianna W. Poulsen

Bjarni Djurholm, Facebook 06.12.2018

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *