Bráðtíðindi Tíðindi Tónleikur

Klaksvíkskvinnan Ann Andreasen vann P2 heiðurin sum “Årets ildsjæl”

Eg veit ikki hvat eg skal siga, men hetta er heilt fantastiskt, segði leiðarin á barnaheiminum í Uummannaq Ann Andreasen, tá ið hon fekk handa P2 heiðurin fyri “Årets ildsjæl” í gjárskvøldið í Tónleikarahúsinum í Aalborg.

Ann Andreasen vann P2 heiðurin sum “Årsets ildsjæl” fyri sítt stóra arbeiði innan traumatiskarum børnum í barnaheiminum í Uummannaq í Grønlandi, har hon til dagligt arbeiðir.

Tað var ein rørd Ann Andreasen, sum fekk handa heiðurin og hon takkaði øllum, sum hava hjálpt til á barnaheiminum og hon mundi ikki blivin liðug at takka, so glað var hon fyri heiðurin, sum hon og børnini á barnaheiminum høvdu fingið og hon endaði við at takka áhoyrarnum, uttan tykkum, so var tað ongin tónleikur.

Vit á News.fo og Norðoya Portalinum ynskja Ann Andreasen stórt tillukku og tað gerð heldur einki, at vit siga, at tú er Klaksvíkskvinna, dóttir til Karl og Mariu Andreasen.

Her kunnu tit síggja handaðina, klikk her, “Rørt prisvinder: Jeg ved ikke, hvad jeg skal sige”.

SáH

Ann Andreasen, sum stolt vísurin P2 heiðursdiplomi fram og er hon her saman við systrini Sigrun Andreasen og mammuni og sínari familju í Tónleikarahúsinum í Aalborg.
Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *