Ítrottur Tíðindi

Klaksvíkar Kommuna var við á Gibraltar

Við blandaðum veðri millum vælkendan landsynning og veruligt suðurlendskt veðurlag vórðu Oyggjaleikirnir settir í gongd seinasta vikuskiftið.

Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini, umboðaði Klaksvíkar kommunu á Oyggjaleikunum á Gibraltar, har hon serliga hevur fylgt við luttakarunum úr okkara øki. Hon var ikki einsamøll, tí einir 60 norðoyingar vóru komnir at fylgja við leikunum, haðani lóttókur vit í judo, frælsum ítrótti, badminton, kurvabólti og svimjing.

Hæddarpunktið var í judo-høllini, har Maiken Bringsberg vann bronsu í kappingini fyri kvinnur, sum viga minni enn 52 kg. Dystirnir hjá henni vóru sera tættir, og kenslurnar vóru uttan á hjá teimum flestu, tá hon í tveimum førum avgjørdi dystir til sín fyrimun, tá tíðin í grundini var farin.

Sunnudagin varð ein partur av degnum brúktur á nýgjørda økinum til frælsan ítrótt, har millum onnur Julian Gregersen, Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen runnu innleiðandi og vóru sera stutt frá finaluplássum. Fylgt var eisini við liðkappingini í badminton, har Lena Maria Joensen er partur av hópinum, sum í sunnudagin vann seg víðari til hálvfinaluna og í løtuni stríðist fyri einum bronsuheiðursmerki í dysti ímóti liðnum av Man.

Umstøðurnar á Gibraltar vóru sum heild góðar, hóast onkrir leikvallir vóru merktir av at hava nógv ár á baki og onkrir ikki eru heilt lidnir. Tað er lítið at ivast í, at fleiri kappingar á einum komandi Oyggjaleikum í Føroyum, kundu verið spældar í Klaksvík, bæði tá hugsað verður um verandi umstøður og útbyggingini av ítróttarøkinum sum heild við rennibreyt, nýggjum vølli og betran av verandi umstøðum.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *