Bráðtíðindi Lokal tíðindi Tíðindi

Klaksvíkar kommuna sett í bakkgear? Um tu ikki tolir grenj, so skalt tú ikki lesa meir 

Klaksvíkar kommuna er blivin so turr og stirvin, seinastu árini at tað er gyseligt. Her eru so nógvir góðir møguleikar, men ongin at seta teir í verk. Havi seinastu dagarnar undrast á ymiskt, ið eftir mínum tykki átti at verið nógv betur umhugsað og fyrireika. Eg seti bara nakrar opnar spurningar til diskussión.

1. Húsið! Hetta frálíka tilboðið, ið er til gagns fyri so nógv børn og ung. Hví velur man nú at flyta ungdómin út í Dávavirkið? Hví valdi kommunan ikki av fyrstan tíð at koyra alt virksemi inn har, ístaðin fyri eina dupultfunktión? Um argumenti er at frástøðan frá skúlaøkinum er ov stór, so er tað argumenti ikki nóg gott. 


2. Sjónleikarhúsið! Hví kann Klaksvíkin ikki hava eitt sjónleikarhús? Eitt livandi hús, har tiltøk av øllum handa kreativum slag fáa innivist?

3. Fótbóltur børn! Hví er tað so svakliga dýrt at ganga til fótbólt? Stóð tað til mín, so skuldu øll børn fingið møguleikan at íðka ókeypis fyrstu 1-2 mánaðirnir, fyri at finna út av um hetta hevur áhugað. Og tað skuldi ikki kosta meir enn 400 kr í luttøkugjaldi. Sum er, gjaldi eg 900kr bert fyri at luttaka, ca 600 kr drakt, ca 800kr fyri gaggir + alt tað leysa. Til dystir smyrja vit foreldur breyð, gera kaffi, skera frukt o.a alt úr egnum lumma, umframt at øll koyra til og frá dystum.

4. Hví fáa børn ikki møguleikan at royna øll frítíðartilboð ókeypis eina tíð, eins og omanfyri nevnda. Her hugsi eg eisini um tónlistaskúla.

5. Hvat vil man við ítrottarøkinum? Hví ikki gera alt nýtt, nú alt er karvað upp allíkavæl, ístaðin fyri at lappað gamla vøllin í heilum OG byggja nýtt, aftur dupultkostnaður.

6. Spinnaríi: Hetta er tað ørasta, men so skal eg ikki grenja meir, men heilt seriøst! Gamlir bátar og gamlir ullkarðar og spinnarir! Come on, hvør slóð høvdið so hart í, at hetta virkaði sum eitt gott hugskot? Spinnaríi hevur staðið royndina sum Føroya størsti leikpallur til UG. 1200 fólk hava verið til leik seinasta mánaðin, tað er fantastiskt. Lærið av tí, síggið møguleikarnar, tað ber væl til.

Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *