Lokal tíðindi Tíðindi

Klaksvík í Fokus í hestfrítíðini

Nú gerast kvøldini myrk og long, og heystfrítíðin stendur fyri framman.

Nógv spennandi er tó á skránni í Klaksvík, og hvørt gerandiskvøld í heystfrítíðini bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum at vera vælkomin til forkunnugar vitjanir á nógvum av teimum ymsu støðunum, har byggiverkætlanir eru í gongd ella á skránni.

Stórar og sjónligar broytingar fara fram í býarmyndini í hesum árum, og verkætlanirnar eru bæði nógvar og fjølbroyttar. Tær fevna somuleiðis um nógv ymisk samfelagsøki og hava tí eisini ávirkan á gerandisdagin hjá øllum, sum búgva og virka í býnum. Við at bjóða almenninginum møguleika fyri at vitja ymsu verkætlanirnar ynskir kommunan at geva innlit í, hvussu Klaksvík fer at síggja út í framtíðini. Á øllum støðum fara arkitektar og onnur við serkønari vitan um bygningarnar og verkætlanirnar at leggja fram og vísa runt, og harafturat verður eisini ein kaffimunnur at fáa á hvørjum stað.

Skráin, sum verður almannakunngjørd í neyvari útgávu seinni, fevnir eitt nú um:

*Skúlabyggingina á Skúlatrøð, sum er størsta einstaka íløga hjá Klaksvíkar * *kommunu nakrantíð
*Biskupstorg og nýggi miðbýurin
*Posthúsið sum mentanarhús
*Ítróttarøkið, har rennibreyt, vælverudepil og nýggjar stadionumstøður eru á *skránni
*Gongutúr frá nýggja ídnaðarøkinum á Borðoyarvík til nýumvælda Spinnaríið
*Umframt onnur spennandi og forvitnislig støð

Tiltakið “Klaksvík í fokus” er á skránni hvørt kvøld frá mánakvøldinum 15. oktober *til hóskvøldið 18. oktober.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *