Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi

Klakkur er farin at sigla heim við fullari last

Seint í gjárskvøldið fór Klakkur at sigla heim við fullari last frá Flemish Cap.

Teir fóru avstað 27. juli og hava fiska í 23 dagar, so sigast má, at teir hava rokast á Flemish Cap.

Skiparnir hendan túrin hevur verið Líggjas og Bethuel Johannesen.

Væntandi vera teir á Klaksvík komandi mánadag.

News og Norðoya Portalurin ynskir tykkum eina skjóta og góða heimreisu.

Klakkur gjørdist besti bátur í 2018 í bæði nøgd og virði. Stórt tillukku til tykkum allar umborð. Her nakrar myndir, har Sjómannadagurin heiðraði tykkum leygardagin.

SáH

Filmsklipp frá Klakki, sum eg havi lænt frá heimasíðuni hjá teimum.

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *