Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

KÍ víðari í Europa League á fyrsta sinni

KÍ leikti ein sera góðan dyst í Gundadali ígjár í øðrum dystinum ímóti Birkirkara frá Malta. Fyrri dysturin endaði 1-1, so KÍ kundi noyðast við ein javnleika uppá 0-0, men tí úrslitinum fóru teir als ikki eftir, teir vildi vinna seinna dystin og teir lupu á frá fyrsta brígslið av.

Teir stríddist sera væl á øllum vøllinum og var KÍ liðið sera væl skipa, Birkirkara spælarnir tóktist ørkymlaðir av góða spælinum hjá KÍ og ofta endaðu teir í Offside felluni hjá KÍ.

Tíðin var farin í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ legði seg á odda, dómarin hevði lagt ein minutt afturat og Jákup B. Andreasen skundaði sær at taka eitt hornað í høgru síðu. Bólturin bleiv sparkaður væl innfyri, Páll Klettskarð fekk ikki ordiliga skot á bóltin, men endaði bólturin hjá Deni Pavlovic sum hegnisliga sendi bóltin í málið hjá Birkirkara og KÍ hevð lagt seg framum 1-0. Sera gott lag á øllum KÍ áskoðarnum, sum vóru nógvir í Gundadali ígjár, omanfyri 1100 fjepparar.

Hetta bleiv eisini síðsta skotið í fyrra hálvleiki, KÍ frammanfyri 1-0.

Í seinna hálvleiki helt KÍ á at stríðast og tað tóktist sum at KÍ hevði fullkomuliga tamarhald á dystinum og tá ið 58 min. vóru leiktir, leikaði hart á frammanfyri málið hjá Birkirkara, har málmaðurin bjargaði einum skotið fyri og øðrum eftir, men triðja skotinum hjá Páll Klettskarð kláraði hann ikki at bjarga og full uppiborið legði KÍ seg á odda 2-0 og sigurin tóktist at vera í hús, men teir seinastu minuttirnar bleiv KÍ sett undir eitt stórt trýst og tað eydnaðist Birkirkara at minka um munin til 2-1 í 88 minutti, men so komu ikki fleiri mál og KÍ vann fult uppiborið og er hetta fyrstu ferð í søguni hjá KÍ, at teir hava leikt seg víðari í Europa Leauge.

Stórt tillukku allir samlir.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *