Ítrottur Tíðindi

KÍ vann trygt 3-0 ímóti 07 Vestur ídag

Eftir ein heldur taman fyrra hálvleik, har bæði liðini sóu hvønn annan at og har KÍ hevði tað mesta av spælinum, komu bæði liðini inn í seinna hálvleik við nógv meira ferð.

KÍ legði hart út og longu í 49 minutti gav hetta bonus, tá ið tað bleiv dømt brotsspark til KÍ, Steinbjørn Olsen bleiv feldur inni í 16 meturin og Jóannes Bjartalíð var settur at taka og enn einaferð settið Jóannes Bjartalíð bóltin svikaleyst í málið.

Tað gingu bert tveir minuttir, so økti Semir Hadzibulic til 2-0, eftir hornaspark í høgru síðu, har han stútaði bóltin í málið, eitt flott mál. Í 64 min. slóð Páll Klettskarð sigurin fastan til 3-0.

Ein fult uppiborin sigur og nú gleða vit okkum øll til oddabrakið næsta fríggjadag kl. 18.00, tá ið arvafíggindin HB kemur á vitjan.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *