Ítrottur Tíðindi

KÍ U15 genturnar vunnu bronsu

Gentur U15 hava ígjár vunnið bronsu í landskappingini. Tær kundu áðrenn dystin í dag vinna bæði gull og silvur, men so var treytin, at tær vunnu seinasta dystin í móti HB. Hesin endaði tíverri við, at HB vann 2-0 og tryggjaði sær harvið gullið.
Hesar gentirnar hava eisini fyrr í ár fingið silvur í steypakappingini. Hetta má metast sum eitt flott úrslit, tá hugsa verður um, at allar hesar gentirnar eru frá yngra árganginum, og hava tí aldur til U15 aftur komandi ár.

KÍ ynskir tykkum hjartaliga tillukku við bronsuni. Eisini skal ljóða eitt hjartaliga tillukku til HB við Føroyameistaraheitinum og til B36 við silvurnum.

Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *