Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

KÍ steypavinnari hjá U15 dreingjum

Fyri løtu síðani eydnaðist tað einum væl leikandi KÍ liðið at vinna steypafinaluna hjá U15 dreingjum.

KÍ legði seg framum 1-0 í 7. min., har David Biskostø Andreasen, smekkaði eitt langskot í málið. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Í 42. minuntti missir ein B36 leikari bóltin á miðjuni og Jens Mortan Samson gerst púra fríur við málmanninum hjá B36 og hann kundi ótarnaður seta bóltin í málið til 2-0.

B36 minkaði um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki og spenningur kom aftur í dystin, men KÍ vardi sera væl og í yvirtíðini bleiv Mortan Rasmussen spældur fríur mitt fyri og hann setti bóltin í málið og KÍ gjørdist steypavinnari 2018.

Dagsins leikari bleiv Jens Mortan Samson, sum eisini er liðskparin hjá KÍ.

Vit ynskja KÍ liðnum, venjarnum Eyðbjørn Jacobsen og Jan Biskostø Andreasen hjartaliga tillukku.

SáH

 

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *