Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur eisini fjeppara frá Belgia

Tá ið KÍ leikti ímóti NSÍ fyri góðum tveimum vikum síðani, so rungaði tað hart áðrenn dystin KÍ, KÍ, KÍ í Maverick Barr og man trúði tað var Bláa Bylgjan sum rópti, men so var ikki, tað vóru nøkur fólk frá Belgia og tey fingu ordiligt lív í fjepparnar hjá KÍ.
Tey blivu við at heppa á KÍ ígjøgnum allan dystin og sótu tey sjálvandi saman við Bláu Bylgju.
Gott lag á fjepparnum frá Belgia og lukkutíð vann KÍ 2-0 og veitslan helt sjálvandi á í Maverick Barr til langt út á kvøldið.

Lovaði teimum at koyra myndina í news.fo og Norðoya Portalin, so her eru nakrar myndir.

SáH

 

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *