Ítrottur

KÍ fekk ein hvøkk í Sørvági, men vunnu 3-2

Øll høvdu væntað, at hetta fór at vera ein lættur dystir hjá KÍ at vinna. KÍ sum oddalið og 07 Vestur niðast á stigatalvuni, men soleiðis skuldi tað ikki vera, eftir bert 6 min. spæl, so legði 07 Vestur seg á odda við málið frá Sølvi Egilsson, sum skallaði bóltin í málið.

Í 17. min. legði Gilli Samuelsen 07 Vestur á odda 2-0 og KÍ leikarnir tóktist sera ørkymlaðir, har KÍ hevði tað mesta spælinum, men 07 Vestur vóru meira vandamiklir frammanfyri málið hjá KÍ.

Tá 40 min. vóru leiktir skiftir venjarin hjá KÍ, út fór Ronni Møller Iversen og inn kom Jákup Andreasen og væl var skift, tí í 43 min. minkaði Jákup Andreasen um munin eftir horna frá Semir og har Jákup skallaði bóltin í málið. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki legði KÍ seg á allan dystin og tað tóktist bara um tíð áðrenn KÍ fór at javnað og tað eydnaðist í 57 minutti, har Jóannes Bjartalíð javnaði til 2-2 eftir brotsspark.

KÍ bleiv við at stríðast og álopini skolaðu yvir málið hjá 07 Vestur og í 67 min. eydnaðist tað Hjalgrím Elttør at leggja KÍ framum 3-2 eftir eitt gott samanspæl og gott álop. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið og sostatt vann KÍ dystin 3-2 eftir ein stóran hvøkk í Sørvági og KÍ hevur fult stigatal enn.

Næsti dystir verður sunnudagin á útivøllið ímóti Skála.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *