Fiskivinna Tíðindi Vinna

Kann ein Landsstýrismaður lúgva?

Sambært Facebook vanganum hjá Tjóðveldismanninum Torbjørn Jacobsen, so talar alt fyri, at Høgni Hoydal sigur ósatt, tá ið hann sigur, at hann als onga ávirkan hevur havt, hvar menningingarkvoturnar blivu býttar út til, tí har hevur onkur verið á gátt í floksrúmunum hjá Tjóðveldinum á Gamla Aporteki og sæð øll feløgini uppskrivaði á einari talvu.

Er tað rætt? so er landsstýrismaðurin Høgni Hoydal ein lygnari, tí hann segði ígjár, at hann als onki hevur havt við menningarkvoturnar at gera og tað var 100 prosent nevndin, sum hevði tikið allar avgerðirnar og tað var ikki politisk úttutan.

Hetta skrivar Tórbjørn Jacobsen á sínum Facebook vanga í gjárskvøldið: “Ein sum hevði verið á gátt í einum av floksrúmunum á Gamla Apoteki fyri kortum hevði sæð øll hesi feløgini uppskrivað á einari talvu, sum onkur hevði verið so óansin at lata standa, eftir ein fund um menningarkvoturnar, so hetta er ikki øðrvísi enn ein hvør annar arabiskur bazarur”.

News.fo trýr meira Tórbjørn enn Høgna Hoydal, tí sjálvandi hevur Høgni sæð allar umsókningar og gjørt sína ávirkan galdandi, hvør skuldi hava kvotur ella ikki.

Hví hevur hann so goymt umsókningar í ein mánað kann ein spyrja?

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *