Lokal tíðindi Merkisdagar Tíðindi

Jólatrøðini verða tendrað

Sum vant fara jólatrø at prýða býin og bygdirnar í kommununi allan desember, og fyrsta træið verður tendrað 1. desember.

Byrjað verður í Klaksvík, og í ár verður jólatræið í Vágstúni tendrað leygardagin 1. desember kl. 15.30. Beinta Klakstein, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Árnafjørður
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 1. desember kl. 17.00.
Sigrid Jógvansdóttir, sjúkrasystir heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

Ánir
Jólatræið í Ánunum verður tendrað mikukvøldið 5. desember kl. 17.00.
Heini Mohr heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Norðoyri
Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mikukvøldið 5. desembur kl. 19.00.
Røða verður hildin – boðið verður kaffimunnur aftaná, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Kalsoy
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 6. desember kl. 18.00.
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 6. desember kl. 19.00.
Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 6. desember kl. 20.00.
Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 6. desember kl. 20.30.

Paulina K. Eliasen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 22.35 – bussur er við í ferðini.

Svínoy
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 8. desember kl. 16.00.
Regin Olsen, maskinmeistari heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *