Lokal tíðindi Merkisdagar Tíðindi

John Daniel frá Klaksvík fekk Admiral Carstensen Mindebæger 2018

Í gjár bleiv John Daniel De La Cruz Guðjónsson frá Klaksvík heiðraður við “Admiral Carstens Mindebæger 2018” innan sjóverjuna í Danmark.

Nógv fólk vóru komin saman á Nyholm í Keypmannahavn til “Danmarks Marineforenings Jubliarstævne”. Omman Vónbjørg og abbin Arthur Guðjónsson vóru til staðar og sjálvandi var eisini unnustan hjá John Daniel Ingrid har og hava tey tikið hesar myndirnar frá hátíðarhaldinum, sjá niðanfyri.

Hetta skrivaði teir um John Daniel: “Søværnet har udpeget dig sum motager af “Admiral Carstensens Mindebæger 2018” på baggrund af din fremragende tjeneste som værnepligtig i perioden maj-aug. 2017.

Tað var ovastin fyri Sjóverjuni í Danmark yvirmaðurin kommandør Jens Bjørnsteen frá “Officerskolen”, sum handaði John Daniel steypið og helt eina lítla røðu fyri John Daniel, sjá niðanfyri.

Stórt tillukku John Daniel og takk fyri myndirnar tit trý.

SáH

 

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *