Merkisdagar Tíðindi

Jógvan við nýggjari bók

Krýnikan Úr ymsum heraðshornum er komin í bókabúðirnar.

Har eru mangar spennandi frásagnir um hendingar og stríð í 70unum. Politisk stríð um Mortan Mols, heildarloysn, fiskimark og útróðrarverkfall. Nýbrot innan politiskt samarbeiði millum javnað, tjóðveldi og fólkaflokk. Sigling við neyðhjálp millum bumbur og kúlur í Bangladesh, flýggjan við panamaskipi úr Svøríki, flýggjan undan eldgosi í Vestmannaoyum og frásøgn um, tá Anton Olsen bjargaði 4.600 fólkum úr Vjetnam.

Alt hetta fyri einans krónur 299/-.

Tillukku við bókini Jógvan Arge.

SáH

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *