Bráðtíðindi Tíðindi Vinna

Jaspis rent á land

Partrolarin Jaspis hevur rent á land sunnanfyri vitan við Syradali á Kalsoynni. Tað hendi umleið klokkan tvey í nátt, men ongin fólkaskaði hendi og alt veit væl við.

Jaspis var á veg til fiskiskap. Smb. Útvarpinum kl. 10.00, so hevur skipið ikki fingið skaða og roynt verður at toga Jaspis av aftur á miðdegi, tá flóðin væntandi verður nóg høg, so hann kann togast av.

Brimil og Ametyst liggja hjá skipinum, kavari hevur verið niðrið og kannað botnin á Jaspis, men ongin lekið er at síggja.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *