Ferðavinna Merkisdagar Tíðindi

Janus Rein gevst sum flogskipari

Hettar skrivar Janus Rein flogskipari hjá Atlantic Airways á sín Facebook vanga í gjárskvøldið:

— Nýggjar Leiðir —

So er flogskiparabúnin hjá mær hongdur í klædnaskápið fyri seinastu ferð.
Vegna áhaldandi heilsutrupulleikar havi eg verið noyddur at ásanna, at yrkisleið mín sum flogskipari er komin at enda. Tað eru nærum 19 ár síðani, eg fyrstu ferð setti meg við stýripinnin í einum flogfari, og fyrr í summar var so seinasti dagurin.

Eg eri nú ikki longur í starvi sum flogskipari – ein serstakliga løgin kensla.
Vil við hesum takka starvsfeløgum og viðskiftafólkum hjá Atlantic Airways fyri mangar góðar løtur og nógv góð minni. Eg havi í mínum starvi sum flogskipari altíð borið flogskiparabúnan við stoltleika og lagt serligan dent á, at ferðafólkini í flogfarinum hjá mær skuldu kenna seg trygg og væl. Takki innarliga fyri allar tær persónligu afturmeldingarnar, sum eg ígjøgnum árini havi fingið frá tykkum ferðandi.

Eg eri takksamur fyri árini, eg fekk sum flogskipari, og sera harmur um støðuna, men má ásanna, at nú liggja nýggjar leiðir fyri framman. Hvat eg fari at takast við, veit eg ikki. Mann plagar at siga, at tá ein hurð letur aftur, lata aðrar upp. Hetta orðatak er mest ein kliché, men tað vísir seg ofta at vera so. Eg eri takksamur fyri at hava arvað minnið hjá pápa mínum – tað hevur verið ein góður førningur á teimum ymsu útbúgvingunum, eg havi tikið. Lærdómur er lættur at bera – kanska okkurt av hesum lærdómi nú fer at koma til sín rætt.

Talan er ikki um lívshættisligar heilsutrupulleikar, men tað eru tó so mikið týðandi trupulleikar, sum gera, at eg hvørki kann ella sleppi at vera flogskipari longur.

Nú eri eg sjálvur stak bangin fyri at flúgva, men eg kenni fleiri, sum hava flogið við Janus Rein og tey hava bara rósandi orð at bera honum. Góða eydnu í framtíðini Janus Rein.

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *